Tíðindi úr Føroyum Tíðindi úr Føroyum 6. mars 2013 Samansett av Føroysku Sjómanskirkjuni/bjg. --Føroyar og Ísland vilja víðka samstarvið 6. mars 2013 - 00:42 Elkaðal millum Ísland og Føroyar og samstarv innan grøna orku vóru millum málini, sum vórðu umrødd á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum týsdagin, har umboð fyri báðar tjóðirnar hittust og yvirlýsing um víðkað samstarv varð undirskrivað av fýra ráðharrum. Yvirlýsing Týsdagin varð skipað fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um víðkað samstarv millum Ísland og Føroyar. Tað vóru tveir íslendskir ráðharrar, vinnumálaráðharrin og fíggjarmálaráðharrin, sum tóku stig til ráðstevnuna fyri á henda hátt at takka føroyingum fyri tær 300 mill. kr., sum Føroyar læntu Íslandi eftir fíggjarligu kreppuna har fyri nøkrum árum síðani. Hetta lán er nú afturgoldið. Í sambandi við ráðstevnuna varð gjørd yvirlýsing, sum føroysku og íslendsku vinnu- og fíggjarmálaráðharrarnir skrivaðu undir í morgun. Har varð m.a. avtalað, at londini skulu koma saman um nýskapanarmál hvør hjá øðrum í minsta lagi annað hvørt ár. Næsta tiltakið verður hildið í Íslandi. Á ráðstevnuni seinnapartin hava samstarvsmøguleikar innan fleiri týðandi øki verið umrøddir, m.a. varandi orka, ferðavinna og branding, kreativar vinnur og innan virðisbrævamarknað. Johan Dahl, segði í síni røðu á ráðstevnuni m.a.: ”Kæru frændir. Det er mig en stor glæde at kunne byde velkommen til denne konference, om samarbejde mellem landende, om innovation og erhvervudvikling Konferencen er blevet til på jeres initiativ, for at markere den store begivenhed, at Island valgte at betale det færøske kriselån tilbage, enda tidligere end aftalt. Færøerne og Island har altid arbejdet meget sammen, og just på områderne innovation, entrepreneurship og erhvervsforskning, har vi de senere år diskuteret, hvordan vi kan styrke samarbjdet formelt, og hvorledes vi kan opmuntre erhvervslivet og andre aktører i begge lande til at finde sammen. Vi har i de senere år haft flere besøg fra Island. Jeg mener at det var i 2009 at vi havde en konference med deltagelse af Nýskopunarmiðstøð Íslands, Keilir og Saga Medical, som udvikler naturmedicin med hvonn. Siden har jeg selv været på Island og besøgt Katrín da hun var vinnumálaráðherri, samt Nýsköpunarmiðstöðin, CCP, Keilir og andre steder, sammen med forskere, og vores erhvervsudviklingsingsorganisation Vinnuframi. Og for knapt et år siden besøgte en færøsk delegation FabLab på Vestmannaeyar. Det er et utroligt spændende projekt, som jeg håber at vi snarest får etableret på Færøerne. Vores Tekniske skole har i flere omgange besøgt tekniske skoler og virksomheder på Island, og jeg ved, at de drøfter helt konkrete samarbejdsprojekter med islandske partnere. Der er ubegrænsede muligheder for samabejde. Vore lande har i en vid udstrækning lignende forudsætninger, og på de områder hvor vi adskiller os fra hinanden, har vi i høj grad mulighed for at supplere hinanden, så vi tilsammen står stærkere på endnu flere områder. Emnerne, som er valgt, til eftermiddagens program, er alle højest relevante for begge lande. I skal gøre op med jer selv, hvordan I bedst kan udnytte de rige energiforsyninger, som I er forsynede med. Og vi skal finde ud af, hvordan vi bedst kan høste energi ud af vore store naturkræfter, til eget brug, og til eksport. Indenfor turisme har vi rigtigt meget at samarbejde om. Færøerne og Island bliver allerede i dag, til dels markedsført som destinationer i forlængelse af hinanden. Vi deler samme færgeforbindelse, og jeg går ud fra, at mange af cruiseskibene, sejler til begge lande på deres rundfart i Nordatlanten. Vi samarbejder omkring Vest Norden Travel Mart, men der må findes mange flere områder, som vi kan arbejde sammen om, indenfor turismen, f.eks. opmuntring og netværk til entreprenører indenfor oplevelsesindustri, mad og turisme. Men også generelt at søge lærdom og inspiration hos hinanden. Jeg finder i hvert fald jeres storslåede kampagne “Inspired by Iceland” inspirerende. Den er ikke blot en stærk markedsføring af Island som rejsemål, men den fortæller også om en nation, som ikke lader sig slå ud, hverken af økonomiske krise, vulkanudbrud eller andre uventede begivenheder. Det kræver vilje, kreativitet og mod. Tre uundværlige forudsætninger for at overleve, både i Nordatlanten, men også i den globale verden i det hele taget. Mod og vilje har vi altid værdsat. De er grundbetingelser for alt vores traditionelle virke, både på Island og på Færøerne. Men at værdsætte og bevidst at bruge kreativitet og kreative erhverv, til at skabe økonomisk vækst, er et nyere fænomen, som vi endnu ikke helt har styr på. Derfor var det spændende da vi sidste år blev præsenteret for den nye kortlægning af kreative industrier på Island, og det var meget overraskende, at tallene var så store. Selv når turismen ikke var medregnet, blev de kreative industrier vurderede til at bidrage til den islandske økonomi med 200 milliarder islandske kroner om året. Vi kender endnu ikke disse tal på Færøerne, men vi ved, at vi har uforholdsmæssigt mange kunstnere og andre kreative mennesker, så hvis vi bliver lige gode til at bruge det kommercielt, er der tale om et vældigt potentiale. Når alle vi politikkere har talt, skal vi skrive under en deklaration om fortsat samarbejde. Det er en formalisering af samarbejdet, som jeg sætter stor pris på, og som kan være med til at øge opmærksomheden i begge lande, på de store muligheder som samarbejdet kan bringe. Vi kan i dag for det meste, betragte hinandens lande som vore hjemmemarkeder. Vi kan studere og arbejde hos hinanden, og vi føler os tæt forbundne. Det må vi kunne bruge aktivt, til at skabe ny vækst i begge lande. Tak til jer, Katrin og Steingrímur, for at I tog initiativ til denne konference, og også til Þorður Bjarni, aðalkonsul Íslands í Føroyum og Hákun, sendimaður Føroya í Íslandi for jeres medvirken til at denne begivenhed kunne blive mulig. Vores repræsentationer hos hinanden er vigtige ankerpunkter for vores samarbejde og kommunikation, og det er derfor af største betydning. at I er med fra start. Tak alle sammen, og held og lykke til os alle, med det fremtidige innovationssamarbejde.” Oljan.fo --Kærunevnd steðgar Varðanum 6. mars 2013 - 08:11 - Hetta var sjálvandi ikki tað, ið vit høvdu vónað. Tað vísir, at gjógvin millum bureaukrati og vinnulív bara veksur. Tað sigur ein vónbrotin Bogi Jacobsen eftir at Kærunevndin í lendismálum hevur talað. Kærunevndin í lendismálum hevur ógildað avgerðina hjá Tvøroyrar Kommunu, ið annars hevði givið Varðanum Pelagic loyvi at byggja út í havnarlagnum á Tvøroyri. Kærunevndin í lendismálum viðmerkir, at sambært paragraf 5, stk. 3 í Býarskipanarlógini, skulu uppfylt ella turrlagt sjóøki, tunlar og onnur bygningsverk undir jørð hava heimild í góðkendari byggisamtykt, áðrenn hesi verða gjørd. Niðurstøðan hjá Kærunevndini í lendismálum merkir, at Varðin Pelagic fyribils ikki sleppur at byggja út sína frystigoymslu á havnarlagnum á Tvøroyri. - Kærunevndin kundi valt at givið kommununi eitt nevs fyri ikki at hava fylgt øllum mannagongdum. Men hetta er ikki øðrvísi enn tað, ið er farið fram aðrastaðnis í landinum, sigur Bogi Jacobsen, stjóri í Varðin Pelagic. Varðin Pelagic og Tvøroyrar Býráð fara á fund í morgun. Portal.fo --Vónaði at sleppa við eini átalu 6. mars 2013 - 08:52 Tað var eitt stórt vónbrot, at kærunevndin í lendismálum nú hevur steðgað ætlanini hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Tað sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri. Kærunevndin í lendismálum sigur, at eftir býarskipanarlógini, at verða sjóøki turrløgd ella fylt upp, skal heimild vera fyri tí í eini góðkendari byggisamtykt. Men tað er tað ikki í hesum føri, tí Tvøroyrar Kommuna hevur ikki enn broytt byggisamtyktina, so at hendan uppfylingin kann gerast. Samstundis hevur kærunevndin givið kommununi eina nøs fyri ikki at fylgja rættari mannagongd. Hann heldur annars, at sjálvandi kundi byggisamtyktin verið broytt frammanundan, men at í hesum føri er talan um ein trupulleika, tey aldrin høvdu komið til lívs kortini, tí kærumøguleikarnir eru nógvir hjá teimum, vilja kæra um fornminni. Hann vísir eisini á, at tað er ikki vanligt, at sjóøki eru fylt upp, uttan at byggisamtyktirnar hava heimiðla tí. - Tí hevði eg vónað, at arbeiðið slappa at halda fram og at vit annars sluppu við at fáa eina nøs, sigur borgarstjórin. Hann veit ikki, hvat nú fer at henda og, hvørjar avleiðingar hetta fer at fáa. Men býráðið og Varðin Pelagic høvdu fund í allan gjár og tað vera eisini fundir í allan dag. Portal.fo --Virðisøkingin nógv minkað 6. mars 2013 - 09:56 Í 2011 var bruttotjóðarúrtøka okkara í marknaðarprísum, 13,3 milliardir. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Tað eru 312 miljónir, ella 2,4 % meira enn í 2010. Bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum er virðisøkingin í øllum vinnugreinum, men harafturat kemur so mvg og aðrir vøruskattir. Verður so mvg og vøruskattir tald við, var virðisøkingin tilsamans 329 miljónir størri í 2011 enn í 2010. Hetta er væl minni vøkstur enn í 2010, tá virðisøkingin vaks 761 miljónir. Meginparturin av vøkstrinum í 2010 stavaði frá tilfeingisvinnunum. Í 2011 er virðisøkingin í tilfeingisvinnum afturímóti á sama støði sum í 2010. Framgongd hevur tó verið í fiskiskapinum í 2011, framgongdin var 160 miljónir ella sløk 13%. Tað eru verksmiðjutrolarar og serliga ídnaðarskip, sum standa fyri øllum vøkstrinum í 2011. Hinvegin er virðisøkingin í feskfiskaveiðuni minkað nakað. Seinastu nógvu árini hevur gongdin verið, at parturin hjá feskfiskaflotanum av samlaðu virðisøkingini í fiskiveiðuni er minkaður støðugt. Minkingin hevur verið úr næstan 60% í 2000, niður í 40% í 2009, og heilt niður á 30% í 2011. Virðisøkingin í fiskaaling, sum gjørdi eitt rættiligt lop frá 2009 til 2010, minkaði aftur í 2011. Hagstovan staðfestir, at byggivinnan merkir meira enn flestu aðrar vinnur sveiggini í búskapinum. Undan fíggjarkreppuni, frá 2005-2008, vaks virðisøkingin í byggivinnuni úr 600 miljónum upp í 900 miljónir. Tvey ár seinni, í 2010, var virðisøkingin minkað niður aftur á góðar 600 miljónir. Í 2011 er virðisøkingin í byggivinnuni vaksin upp í 676 miljónir. Vøksturin í almennari fyrisiting og tænastu var 57 miljónir ella 2% í 2011. Hetta er nakað minni vøkstur enn árið fyri. Í øðrum tænastuvinnum er virðisøkingin vaksin 165 miljónir ella 3,5%, áleið sami vøkstur sum í 2010. Myndin vísir virðisøkingina í fýra vinnubólkum sum partur av virðisøkingini samanlagt frá 2000 til 2011, har nøkur ár eru løgd burturúr. Í 2000 var íkastið frá tilfeingisvinnum sløk 22%, men minkaði so niður á 14% í 2003. Síðan vaks prosentparturin aftur til 17,6% í 2006. So var aftur ein stór minking niður á sløk 12% í 2009. Fyri so at koma upp aftur á 17% í 2011. Parturin hjá ídnaði, orku og byggivinnu er minkaður støðugt síðan 2003, úr góðum 21% niður í 17% í 2011. Íkastið frá almennari fyrisiting og tænastu er hetta 10 ára skeiðið vaksið úr um 20% upp á um 25%. Frá privatum tænastuvinnum er íkastið vaksið úr sløkum 39% upp í 42-43% Privatar tænastuvinnur eru handil og umvæling, gistihús- og matstovur, flutningur og samskifti, fígging og trygging, kunningartøkni, fastognaumsiting og aðrar handilsligar tænastuvinnur. Síðan 1998 er bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum vaksin úr 7,4 miljardum krónum upp í 13,3 miljardir. Men gongdin hevur verið skiftandi, serliga orsakað av skiftandi gongdini í tilfeingisvinnunum og í byggivinnuni. Onkur ár hevur bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum eisini minkað. Í 2003 var tað fellið í alivinnuni og stór afturgongd í fiskiskapi, sum var høvuðsorsøk til minkingina. Og beint eftir fíggjarkreppuna í 2008 var tað serliga minni bygging og minni innlendskur eftirspurningur yvirhøvur, sum dró bruttotjóðarúrtøkuna niður. Portal.fo --Seta stjóran í næstu viku 6. mars 2013 - 10:15 Áhugin fyri at fáa starvið sum stjóri í Føroya Reiðarafelag var stórur. 36 umsóknir komu inn. Jógvan Jespersen í setanarbólkinum sigur, at nakrir umsøkjarar hava verið til samrøðu, men onkur samrøða er eftir at gera. Flestu umsøkjararnir eru menn, men onkur kvinna er tó ímillum. Jógvan Jespersen væntar, at starvið verður sett i næstu viku. Føroya Reiðarafelag hevur ikki virkað í longri tíð, men setanin av stjóra er fyrsta stigið at fáa lív aftur í felagið. Portal.fo --Útsýnið úr stovuni steðgaði Varðanum 6. mars 2013 - 10:26 Spurningurin um útsýni fyllir nógv í málinum um útbyggingarætlanina hjá Varðin Pelagic. Kærarin, Kári Thomsen, fyrrverandi formaður í FNU (Føroya Náttúru og Umhvørvisverndarfelag), eigur eini sethús omanfyri havnalagið á Tvøroyri. Tá hann setti seg at hyggja eftir Degi & Viku 12. november í fjør, hoyrdi hann tíðindini um at byggiloyvi var givið til P/F Varðin Pelagic eftir grannahoyring. Men sum granni hevði Kári Thomsen einki hoyrt. Húsini hjá Kára Thomsen standa soleiðis fyri, at ætlaða útbyggingin kemur at ganga út yvir útsýnið. Kærunevndin í lendismálum tekur soleiðis samanum spurningin um útsýnið hjá Kára Thomsen: ”Eftir at hava kannað útsýnið á staðnum og samanborið við matrikul og lendiskort og ætlaðu útbygging hjá P/F Varðin Pelagic, kann staðfestast, at einki útsýni verður frá nøkrum vindeygum í stovuhædd. Sum er sæst út á fjørðin frá vestaru stovu millum tekjurnar á pakkhúsi nr. 18 og pakkhúsi nr. 4 í einum vinkli á 18 gradir, og frá stovuni í eystara enda á sethúsinum er útsýnið millum pakkhús nr. 18 og havnaskrivstovuna, matr. nr. 491, Froðba góðar 10 gradir. Frá kvistvindeyganum sæst, sum er, mesti partur av innara Trongisvágsfirði, meðan bert ein glotti sæst móti eystri og út í munnan á fjørðinum. Víddin, ið fjald er frá kvistvindeyga móti eystri við útbyggingini hjá P/F Varðin Pelagic er umleið 46 gradir. ” Tvøroyrar Kommuna leggur ikki sama dent á útsýnið hjá Kára Thomsen. Kommunan svarar millum annað: ”Kærarin ger í so nógv av í summum av sínum uppáhaldum m.a. hesum um tað mista útsýnið. Tað er ikki heilt rætt, tá hann førir fram, at onki útsýni verður úr nøkrum vindeyga í stovuhædd. Útsýnið á Trongisvágsfjørð verður mist í ávísan mun, men tað merkir ikki, at onki útsýni verður. Ein borgari hevur ikki nakað rættarkrav uppá at varðveita eitt serliga gott útsýni." Portal.fo --- Brúkið nú vit og skil 6. mars 2013 - 11:25 - Vit hava eftirhondini gjørt íløgur fyri útvið 300 milliónir krónur á Tvøroyri. Alt økið við havnalagið er lagt út til vinnulív, og tí er tað sera harmiligt, at slíkt skal forpurra alt. Tað sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðin Pelagic, sum enn ikki hevur roknað uppá fíggjarliga missin av strandaðu útbyggingarætlanini. - Tað fyrsta sum hendir er sjálvandi, at ætlaðu útbyggingarnar steðga. Vit kunnu ikki virðisøkja so nógv sum ætlað, og tá goymslurnar eru fullar má virkið liggja stilt, sigur Bogi Jacobsen. Stjórin á Varðin Pelagic vísir á, at ætlanin alla tíðina hevur verið at byggja út. - Eg veit ikki, hvat vit nú gera. Eg vóni bara at vit og skil ræður, sigur Bogi Jacobsen. Portal.fo --Kommunan sjálv kloddað málið 6. mars 2013 - 12:41 - Minsta krav má vera, at ein kommuna heldur sínar egnu reglur og mannagongdir. Bólturin liggur ikki hjá mær, men hjá Tvøroyrar Kommunu, sum sjálv hevur kloddað hetta málið til. Tað sigur Kári Thomsen, sum eigur kæruna móti ætlaðu útbyggingini hjá Varðin Pelagic. Kári Thomsen vísir á óneyvar byggisamtyktir, manglandi grannahoyring og onnur formell viðurskifti, ið kommunan ikki hevur fingið uppá pláss, áðrenn hon lat byggiloyvi til Varðan Pelagic. Portal.fo --Nýggj farmaskip í flotan Enn eitt farmaskip er keypt til føroyska handilsflotan. Reiðaríið Frakt og Sand í Runavík hevur keypt eitt 3.400 tons farmaskip úr Týsklandi. Talan er um farmaskipið »Anna Marie«, sum er 82,45 x 12,70 metrar til støddar. Skipið er bygt í 1996 og hevur ein MaK 2175 hk høvuðsmotor. Tað er í Germanisher Lloyds klassa. Skipsmeklaravirkið MARETEC á Argjum skipaði fyri søluni úr Týsklandi. MARETEC skipaði somuleiðis fyri søluni av 1200 tons sjálvlossaranum »Valborg«, sum Sandgrevstur í Fuglafirði keypti í síðsta mánað. Portal.fo --Jaspis maskinbrek 6. mars 2013 - 14:34 Í morgun kom Brimil á Havnina við trolaranum, Jaspis. Fiskiveiðieftirlitið sigur, at tað var í gjárkvøldið um hálvgum ellivutíðina, at Jaspin boðaði frá, at teir høvdu fingið maskinbrek á Sandoyarbankanum. Brimil setti kós ímóti skipinum og kom til Jaspis um tveytíðina á nátt. Sett varð á at sleipa og klokkan níggju í morgun, kom Brimil á Havnina við Jaspis. Portal.fo --Varðin Pelagic vælkomið í Ánirnar 6. mars 2013 - 16:10 Skuldi tað hent, at verkætlanin hjá Varðin Pelagic steðgar upp á Tvøroyri, fær felagið ongar trupulleikar av at finna annað hóskandi stað til virksemið. Borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, sigur við Norðlýsið, at Varðin Pelagic er vælkomið, tí kommunan hevur sera gott øki í Ánunum við Norðhavnina. -Um Varðin Pelagic hevur ynski um tað, skulu teir vera sera væl komnir at tosa við okkum, sigur Jógvan Skortheim. Hann ger vart við, at sum er er spurningurin ikki aktuellur, tí kommunan hevur ikki fingið nakran fyrispurning um málið. Borgarstjórin í Klaksvík leggur afturat, at hann er sera harmur um støðuna, sum er íkomin á Tvøroyri. Portal.fo --- Eyka Dagur & Vika av Tvøroyri í kvøld 6. mars 2013 - 17:52 Dagur & Vika hevur eyka sending klokkan 19 í kvøld um spentu støðuna, sum er íkomin, nú útbyggingin á havnarlagnum fyribils er steðgað. Hesum boðar Kringvarpið frá nú seinnapartin. Dagur&Vika fer í luftina klokkan 19, har evnið er orrustan á Tvøroyri, nú myndugleikarnir hava steðgað ætlanunum hjá Tvøroyrar Býráð at útfylla bátahylin, so Varðin Pelagic kann útbyggja frystigoymsluna. Sigrun Brend hevur skattað dýpið í býnum, har bylgjurnar ganga høgt. Hon hevur gjørt reportasjur og ger støðulýsing. Samrøður vera við Boga Jacobsen, stjóra á Varðanum Pelagic, og Kára Thomsen; grannanum, sum kærdi ætlaðu útbyggingina og nú hevur fingið viðhald. – Ætlanin er at fáa Kristin Michelsen, borgarstjóra, sum er flogin heim í úrtíð úr Íslandi, í sjónvarpsstovuna, sigur Finnur Koba frá Degi&Viku. Portal.fo --Snultari funnin í føroyskum makreli 06/03/2013, 18:53 Rumenskir myndugleikar hava funnið ein snultara í makreli sum er innfluttur úr Føroyum. Tað skrivar rumenski miðilin ziare.ro, sum boðar frá at myndugleikarnir hava sent ávaring út. Talan er um snultaran Anisakis, og fleiri fólk hava følt seg illa, sum hava etið av eini nøgd á 320 pund av makreli frá eini goymslu í Bihar sum hevði 60 tons av føroyskum makreli. Makrelurin er seldur í 12 handlum í Jiu-dalinum, skrivar miðilin. Vp.fo --Myndir frá Enniberg 06/03/2013, 20:00 Enniberg er nú á veg heim av fyrsta túrinum í Barentshavinum í ár. Mynstrað var hin 10. januar, so túrurin kemur at vera beint undir 2 mánaðir. - Skipið er fult, tað vil siga knapt 1.000 tons av toska og hýsuflaki, so ikki kann sigast annað enn, at tað hevur gingist væl, sigur Sonny Johannesen, skipari. 41 mans vóru við henda túrin. Enniberg væntar at vera á Havnini leygardagin. Vp.fo --Andlát Ingi Dam Jacobsen, ættaður av Skála, búsitandi í Kollafirði, andaðist umborð á Nordkinn í Noregi 24. februar, 39 ára gamal. Arne Elias Abrahamsen, AlS, ættaður úr Mykinesi andaðist mánadagin, 82 ára gamal. Anthony Juel Nielsen úr Havn, andaðist mánamorgunin 4. mars á Landssjúkrahúsinum,65 ára gamal. Kirsten Noomi Stórhamar Danielsen, Aarhus, ættað úr Trongisvági, andaðist sunnudagin á Aarhus Universitetshospitali, 55 ára gomul.
© Copyright 2024