LAUTRUP - Sadolinparken

EYSTUROYAR DANSIFELAG
Tann 10. okt. 2013
Skráin 2013-2014
Vit halda til í Hæddini, Saltangará, vanliga fríggjakvøld.
25/10-13 Hin føroyski dansurin, Nýggja kvæðabókin 1. Ivan Hansen.
Hafburd konge 1-25. ørindi. D. kæmpev. Joen Carl Danielsen.
Norska løva, Stígum fast. Kathrina Hansen.
Vertir: Kathrina og Marita P.
02/11
Leygarkvøld Snekken ligger på landet, Danske kæmpev. Sjúrður Ferjá.
Sigmunds vísa 1-18. ør, Nýggja kvb 1. Regin og Jóannes. Vertir: Marjun og Jónhild.
09/11
Boðin í ársveitslu hjá Tøkum lætt, í róðrarneystinum á Argjum kl. 19.00. Meiri um tað
seinni.
15/11
Á Strondum, í pensionistahúsinum, Heygsstøð 5
Hafburd konge 26-54. ørindi.
Vågen, Nýggja kvb 2. Vagnur Dam.
Torkils døtur, Grør so fagurt. Jóna Danielsen.
Vertir: Kára og Jóna.
22/11
Vanligt dansikvøld, men eitt sindur longri, tí Vágafólk og Norðstreymingar koma at
vitja. Smurt breyð kl. 23.00.
Gudbrandskvæði, Grør so fagurt. Louis Houmann.
Vertir: nevndin
29/11
Barnadansur kl. 20-21.
Vågenat, Danske kæmpev. Johannus Jakobsen.
Deyðastund Sigmundar, eystdans.dk. Kathrina Hansen. Vertir: Sonja og Esther.
06/12
Táttakvøld. Vit kvøða stutt og lætt: Ole Morske, Áttamannafarið, Fruntatátt, Ungdomsvise.
Bukkutáttin, Mimirs tátt, Strandatátt, o.m.a.
Vertir: Beinta og Pálin.
13/12
Tístrams táttur, Fær. Anthologi. Ivan Hansen.
Hafburd konge, 55. ør. og út. Joen Carl.
Vertir: Sunneva og Elsa.
10/01
Barnadansur kl. 20-21.
Bøhmerlands dronningen, Danske kæmpev. Karsten í Húsinum.
Jómsvíkingar, Stígum fast. Sámal í Hoygarðinum.
Vertir: Birgit og Margretha.
17/01
Vit eru í Glyvr’Hanshúsi í Norðragøtu kl 21 til midnátt.
Ólavur Riddararós, Gr. so fagurt. Anna Sørensen og Sanna Hansen.
Tjúgundi biðil, Fær. Anthologi. Anfinnur Huusgaard.
Tróndar kvæði, Gr. so fagurt. Andras Hansen.
Vertir: Anna og Sanna.
24/01
Aðalfundur - skrá eftir lógini.
Brestis kvæði, Grør so fagurt. Høgni Debes.
Tístrams táttur. Ivan.
Vertir: Anna Maria og Lis.
31/01
Vit fara til Haraldssunds. Felagið leigar buss: úr Hæddini kl. 21.00, steðga á vanligum
støðum. Farið verður til hús kl. 02.00 – ella kl. 02.30, um dansurin er góður.
Vit leggja fyri, og tað verður Leirvíks Páll.
07/02
Barnadansur kl. 20-21.
Fípan fagra, Gr. so fagurt: Helena Poulsdóttir.
Sigmunds vísa, Regin og Jóannes.
Vertir: Helena og Anna J.
Snekken ligger på landet, Sjúrður.
Bøhmerlands dronningen, Karsten,
Tjúgundi biðil, eystdans.dk. Anfinnur
Vertir: Simona og Turid.
14/02
21/02
Hugnakvøld kl. 20.00 – ræst kjøt og súpan. Kostn. kr. 150,- Tekning. Burturluting.
Ormurin langi, Nýggja kvb. Louis Houmann.
28/02
Vit minna okkum á – og halda við líka.
Nýggjárskvøld og fastalávints mánakvøld er opið kl. 21-00.30, og tá gjalda vit atgongumerki, kr
50,-. Onnur almenn dansikvøld, sum vit vilja vísa til: trettandadans í Sjónleikarhúsinum (Tøkum
lætt), fastalávints leygarkvøld (Dansifelag Kaggans).
Sláið Ring 35 ár. Veitsla verður í Dansifrøði í Havn tann 18.januar. Nærri frættist seinni.
Kvæða cruise við Norrønu verður aftur tann 26. til 29. mai, sum er ein íslandstúrur. Kostnaður fyri
hvønn er kr. 1395,-. Millum onnur fer Sámal í Hoygarðinum at siga frá. Høvuðskvæðir verða Virgars
kvæði og Kjartan Ólavsson.
Vitjan úr Noreg. Fyri ólavsøku kemur eitt dansifelag av Oslo-leiðini at vitja, og vit hava lovað at vera
teirra vertir frá 24.- til 28.juli. Meir um hetta seinni.
Kunning fáa limirnir í e-posti og á heimasíðu okkara eystdans.dk, har kvæðabókin er við
meginpartinum av tí, sum vit plaga at kvøða. Tey, sum ikki hava e-post, fáa bræv. Á Facebook finnast
vit undir Eysturoyar dansifelag. Har kunnu øll gerast limir.
Limagjaldið fyri 2013, kr. 100,- verða limirnir bidnir um at flyta – helst ikki seinni enn 1. nov. – á
konto í BankNordik 6460 407 961 4 Viðmerking við gjaldi: fornavn/fornøvn. Einki annað!
Set kross, tá goldið er
Felagið er stovnað í 1969 og hevur til endamáls at savna fólk saman til góðan føroyskan dans og stimbra áhugan
fyri dansinum. Limatalið er u. l. 150, og vanlig kvøld eru vit 25 – 40 fólk í dansi.